Hvussu er at hava summarferiujob sum borgarstjóri?
Tað er spennandi at verða borgarstjóri. Í hesum umfarinum er tað bert ein vika, men tað er spennandi at hava ábyrgd og ávirkan.
Hvussu er tað at yvritaka eitt slíkt starv bert í eina viku?
Tá ið eg royndi tað fyrstu ferð í fjør, var tað trupult, men nú kenni eg betur rútmuna, so hesaferð er tað munandi lættari.
Hvat er tað besta við at vera borgarstjóri?
Tað er at hava ávirkan og at verða við til at loysa ítøkiligar trupulleikar hjá fólki í býnum.
Hvat er tað ringasta?
Øll arbeiði hava nakað gott og nakað minni gott. Tað, sum kann verða strævið, er at taka ópopulerar avgerðir, men tær mugu eisini takast.
(mynd: klaksvik.fo)