HALLÓ - Hergeir Nielsen

Politiska skipanin í Føroyum er farin úr spónalagnum, og landsstýrisfólk brúka tíðina til at skortlýsa seg sjálvi heldur enn virka skilagóðum loysnum, heldur løgtingsformaðurin

Hvussu er at hava summarfrí?

- Tað er torført at halda frí serligt sum andstøðupolitikari, tí samgongan er dagliga í andstøðu við seg sjálva. Trupulleikar hópa seg upp, og eingin tingmaður við virðing fyri sær sjálvum og sínum sessi fær ella kann kobla heilt úr. Tað er heilt óvanligt, at tað er inni í samgonguni er ein meira virkin samgongan enn tann vanliga andstøðan. Politiska skipanin í Føroyum er farin úr spónalagnum, og landsstýrisfólk brúka tíðina til at skortlýsa seg sjálvi heldur enn virka skilagóðum loysnum.


Hvat leingist tú eftir í tingarbeiðnum?

- Eg sakni skilagóðar arbeiðsgongdir og loysnir av málum, sum krevja loysnir. Hóast tað kann verða strævið og tungt at taka avgerðir, so er tað neyðugt, tí annars noyðir onkur, sum kemur aftaná, at gera tað, og tað verður enn verri.


Hvat brúkar tú frítíðina til?

- Taki mær av ymsum, sum liggur á láni, tá man er so nógv heimanífrá, sum eg eri. Húsini krevja ábøtur, og nakrir seyðir skulu røkjast.