Halló, góðu føroyingar

Kavin hvíttar alt her í Baffin landi hesar dagarnar, og birtir teir annars styttu dagarnar.

Var mær inni á Sosialinum, á netinum hin dagin, flott sett upp, tillukku við tí - men eitt stakk meg í eygað: har var mangt og hvat at fortelja frá føroyska samfelagnum, men so gott sum BARA menn.

Hvar eru kvinnurnar i føroyska samfelagnum (ella fjølmiðlunum)?

Gerið Føroyum tann beina at (kvinnur!) takið lut í almennu samfelagsviðurskiftum, og (menn) gevið meira rúm, í medvitinum og fjølmiðlunum, til kvinnur og tað tær geva til dagliga góða lívið í Føroyum.

Óinteressant hevði verið uttan.

Takk fyri orðið.


Rannva

rannva@nunanet.com