Nær hevur Kunningarstovan opið?
- Nú er summarskráin næstan liðug, so vit hava bert opið frá kl. 13 til 16 um veturin. Um summarið er nógv meiri opið.
Hava nógv fólk vitjað í Sandoynni í summar?
- Ja, tað vitjaðu nógv fólk í Sandoynni í summar. Serliga føroyingar - kanska ikki so nógv av útlendingum sum okkurt árið. Annars høvdu vit nógvar gistingar, bæði á Sandoynni og Skúgvi og eisini bólkar og fyritøkur, ið komu suður fyri ein dag.
Hvat gert tú, tá tú ikki ert til arbeiðis á Kunningarstovuni?
- Tá eg ikki eri til arbeiðis, eri eg heima. Um summarið dámar mær væl at arbeiða uttanfyri. Annars dámar mær væl at lesa, serliga andaligan lesnað, tí tað fyllir nógv í mínum lívi. Tað andaliga er væl eisini tað mest týdningarmikla her í lívinum.
snorri@sosialurin.fo