Fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 vísir eitt hall uppá 276,6 mió. kr. Hallið er álvarsama avleiðingin av ábyrgdarleysari stýring í farna búskaparpolitikkinum, sum undanfarna samgonga stóð fyri. Undanfarin ár eru útreiðslurnar øktar at kalla ótálmaðar, og nú inntøkurnar minka, skal rokningin gjaldast
"Her liggur ein rokning, og vit eru nú noydd at gjalda hana".
Soleiðis ljóðar fyrsta viðmerkingin hjá Bárði Nielsen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 er liðugt.
Í stuttum vísir fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 eitt hall á 276,6 mió. kr. eftir rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslur. Inntøkurnar eru mettar til 3,374 mia. kr., og útreiðslurnar eru mettar til 3,650 mia. kr. Hallið verður fíggjað við pengum, sum landskassin eigur í Landsbanka Føroya.
Avleiðing av ábyrgdarleysari stýring
Landsstýrismaðurin vísir á, at tá samgongan tók við, vístu framskrivingar fyri 2004 eitt hall á smáar 400 mió. kr. áðrenn avdráttir. Við øðrum orðum var myndin, at landskassin hevði ein likviditetstørv á knappa hálva milliard í 2004.
"Tað er í hesum ljósi, at fíggjarlógaruppskotið skal síggjast", sigur Bárður Nielsen.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hallið fyri stóran part er ein beinleiðis og álvarsom avleiðing av manglandi stýringini í farna búskaparpolitikkinum, sum undanfarna samgonga stóð fyri.
"Seinastu seks árini hava vit verið vitni til, at almennu útreiðslurnar er øktar ótálmaðar at kalla. Heldur enn at leggja pening til viks til verri tíðir, eru øktu inntøkurnar farnar við støðugt størri ferð tvørtur ígjøgnum landskassan til nýtslu. Nú minka inntøkurnar, og uppruddingin eftir fullveldisbúskapin er byrjað. Tíverri mugu vit sum tað fyrsta gjalda eina rokning á knappliga 280 milliónir krónur", sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.
Ov stutt skoðbrá
Hann ásannar, at nðggja landsstýrið hevur ikki havt nevniverdan møguleika at seta í verk sín egna búskaparpolitikk á fíggjarlógaruppskotinum fyri í ár. Løgtingsval varð útskrivað í desember, og hóast arbeitt hevur verið við uppskotinum, síðani samgongan varð skipað 31. januar, so hevur skoðbráðið verið ov stutt.
Búskaparpolitikkurin hjá hesi sam-gonguni fer tí ikki at síggjast rættiliga fyrr enn í fíggjar-lógaruppskotinum fyri 2005.
"Hetta er sjálvsagt harmiligt, men soleiðis eru korini nú einaferð", sigur Bárður Nielsen.
Økini, sum eru raðfest ovalaga í fíggjarlógaruppskotinum 2004 eru: Eldrarøkt og serforsorg, nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum, læknaútbúgving, tiltøk at basa fiskasjúkum, havbúnaðarroyndir og jarðfrøðiligar kanningar
Negativur búskaparvøkstur
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum vísir á, at tíðarneyðin og arvurin frá undanfarnu samgongu ikki hava staðið einsamøll sum forðingar í arbeiðinum við fíggjarlógaruppskotinum.
"Á sumri í fjør varð mett, at vøksturin í búskapinum í 2004 fór at minka niður í góð 3 prosent í leypandi prísum. Stóra fallið í búskapinum í seinnu helvt av 2003 hevur borið í sær, at metingin nú vísir eina afturgongd uppá 2 prosent. Niðurgangstíðin er byrjað, og tað sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum", sigur Bárður Nielsen, sum tó fegnast um, at búskaparútlitini tykast vera batnandi.
Samgongan hevur verið ígjøgnum flestu kontur í fíggjarlógini og gjørt sparingar, sum tó skulu ávirka gongdina í búskapinum minst møguligt skeiva vegin.
Ein partur av sparingunum er, at full kompensatión verður ikki latin almennum stovnum fyri tær stóru lønar-hækkingarnar, sum eru umleið 5 prosent árliga á almenna arbeiðsmarknaðinum. Meginreglan er, at 2 prosent verða latin í lønar-kompensatión. Harumframt verða 2 prosent latin eyka til teirra, sum arbeiða í vaktar-skipanum.
Varin búskaparpolitikkur frameftir
Við broytingini í konjunkturunum og broyttu fortreytunum sum heild fer landsstýrið at reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk komandi árini, sum nervar føroyska vælferðarsamfelagið minst møguligt.
Høvuðsendamálið við fíggjarpolitikkinum verður at tálma sveiggjum í búskapinum og at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Hetta skal m.a. gerast við at avmarka lógarbundnar útreiðslur og við bygnaðarbroytingum í almennu fyrisitingini.
"Samgongan er longu farin undir arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, og arbeiðið gongur væl", sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
????????????????????????????????????????
Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum