HALLÓ - Bill M. Jacobsen

- Tað er av hundanum til at tapa, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68

Hvussu er at vakna dagin eftir eitt fótbóltstap?

- Tað er akkurát líka keðiligt, sum tað er gott at vakna eftir ein sigur. Heilt av hundanum til at hava tapt og fantastiskt at hava vunnið. Fótbóltur er ups and downs.


Eru summi tap lættari at liva við enn onnur?

- Nei, øll eru líka keðilig. Men tað skal tó sigast, at tað tekur harðari, tá tú ordiliga hevur uppiborið at vinna, men tapir.


Hvussu kemur mann víðari eftir eitt tap?

- Vístu vit góðan hugburð sóu nógv av tí, sum vit hava vant, so kanst tú gleðast um tað og byggja víðari. Um einki riggaði, og liðið ikki gjørdi tað, sum álagt var, ja, so noyðist mann at steðga á, hyggja inn í eyguni á hvørjum øðrum og avgera, hvussu telvast skal komandi dagarnar. Og tá er eisini umráðandi at fáa lagið gott aftur og fokusera á næstu uppgávu. Hetta ger seg galdandi tá ein hevur fótbólt sum livibreyð, tú dettur av hestinum viðhvørt, men tú mást altíð upp aftur á hestin og koyra á aftur.