Halló Anna Ellingsgaard, bókaummælari

Hvat eyðkennir eina góða summarbók?
Tað sama sum allar aðrar góðar bøkur. At málið er so gott, at tú næstan ræðist, og at tú ikki ordiliga ert sama menniskja aftaná at hava lisið hana.

Eg havi ongantíð skilt hatta við at ein summarferiubók skal vera “lættari” enn aðrar – jú kanska í stødd og vekt, so tú kanst hava hana við tær í reyvalummanum …


Hvørjar bøkur vil tú viðmæla at vit taka við okkum í heingikoyggjuna?

Onkran klassikara, tú ikki hevur lisið ella hevur hug at lesa umaftur. Av nýggjari klassikararum, havi eg hug at viðmæla Revolutionary Road eftir Richard Yates. Og so Don Quixote til dømis í tí eldra klassikara endanum, alt eftir, hvussu langa summarferiu tú hevur.

Eg vil eisini avgjørt viðmæla Renselse eftir Sofi Oksanen – ein bók, sum tú nokk ongantíð fært rist av tær aftur.

Skal tað vera okkurt føroyskt, hevði eg tikið Tórodd Poulsen og hansara yrkingasavn Útsyni við mær í heingikoyggjuna – tað má vera nakað av tí besta á føroyskum í nýggjari tíð.


Hvørja bók ætlar tú sjálv at lesa í feriuni????

Fari nokk at tríva í aftur På sporet af den tabte tid eftir Marcel Proust, tí eg var nakað ung, tá eg læs hana í síni tíð.

Eg lesi sjáldan ævisøgur, men havi hoyrt, at ein nýggj ævisøga um amerikanska høvundan Raymond Carver júst er komin. Hana havi eg hug at lúra í fyri at vita, hvat tað tað er fyri eitt menniskja, sum skrivar so sermerktar stuttsøgur, sum Carver.

Havi eisini hug at kanna onkur av uppskotunum til Norðurlanda Bókmentavirðislønina í ár nærri, til dømis skaldsøguna Imot Kunsten eftir Tomas Espedal.