Hvat gjørdu tit, tá politiið kom á gátt?
- Tað vóru tvey ungdómstiltøk, eitt fríggjakvøldið og eitt leygarkvøldið. Eg stóð inni við miksipultin og helt skil á tónleikinum, so eg hevði ikki beinleiðis samband við politiið.
Var tónleikurin harður?
- Nei, tað haldi eg ikki. Men sjálvandi var hann eitt sindur harðari enn á einum vanligum sunnudagsmøti í Oasuni. Tað, sum nokk var trupulleikin í Oasuni var, at bassurin sittraði út.
Plagar tú at ljóðblanda tónleikin í Oasuni?
- Nei, hetta var aðru ferð. Mín vanliga samkoma er í Klaksvík.
Hvussu leingi heldur tú, at tað er í lagi at spæla harðan tónleik?
- Um tað ikki órógvar grannarnar nógv, haldi eg at tað er í lagi til um Kl. 01.00-02.00 um náttina, tá tað eru frídagur aftaná, sum tað var tá.