Hall á triðja ári

Men Búsetur hevur kortini góðar vónir fyri framtíðina

Eigarar í Búsetur eru Torkil Holm, Hallur Hansen, Búi Holm, Bárður Johannesen og Durita Djurholm

Hóast bruttovinningurin ongantíð hevur verið hægri enn hann var í 2014, so endaði árið við einum halli á 1,2 milliónir krónur.

Hetta var triðja árið á rað, at Búsetur hevði hall. Hallið tilsamans hesi trý árini, frá 2012 til 2014, er 3,5 milliónir krónur.

Felagið er tó væl fyri fíggjarliga og hevur eina eginogn á 9 milliónir krónur. Frá 2005 til 2014 hevði felagið eitt samlað avlop á góðar 20 milliónir krónur áðrenn skatt. Tað er seinastu árini, at tølini eru vorðin reyð, men tað skal síggjast í samband við, at starvsfólkatalið er meiri tvífaldað eftir stuttari tíð.

Les meiri um Búsetur og føroysku byggivinnuna annars í Vinnuni, sum er til keyps í sølubúðunum.