Um gott 20-tíðina í kvøld boðar Landsverk frá, at hálka er víða um landið. Tí er skilagott at ansa tær, um tú ætlar tær í bilin, sum kvøldið gongur.
Landsverk sigur, at á Gerðarbøi í Klaksvík kann roknast við hálku, sama er um Gjáarskarð og á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum.
Hálkufráboðanin fevnir eisini um Runavík, eystan fyri við Norðskálatunnilin, í Streymnesi, við Norðradalsskarð á Oyggjarvegnum og í Vatnsoyrum.
Bæði í Kaldbaksfirði og á Sundi kann eisini roknast við hálku, og hálkufráboðanin fevnir eisini um Velbastaðháls og Ørðaskarð á Fámjinsvegnum.