Trýst á pílin undir myndini og hoyr veðurforsøgnina hjá Peturi Skeel Jacobsen
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, sigur, at hitalagið kemur at liggja um frostmarkið fyri dagin, so kavin verður helst liggjandi. Tó væntar hann ikki nógvan vind, og tað kemur at vera gul til stívt andøvsgul - ella fimm til tíggju metrar um sekundi - av útnyrðingi og tað verður turt og sólgottar.
Landsverk sigur eisini frá hálku í støðum um alt landið í dag, so heitt verður á bilførarar um at vísa skynsemi í ferðsluni.
Í morgin væntar veðurfrøðingurin, at tað verður líggjari aftur - úr fýra og upp móti sjey hitastigum, men út á seinnapartin sigur hann hvassan vind og upp í skrið av útsynnigi og regn um kvøldi.
Hvassi vindurin heldur fram restina av vikuni, men hitalagið verður yvir frostmarkið sambært veðurforsøgnini. Hósdagin væntast partvíst kavaælingur og í vikuskiftinum verður regn.