Hálka og jólarokan elvdi til ruðuleika í ferðsluni

Í gjár hevði løgreglan nógv arbeiði av at halda ferðsluni gangandi

Í gjár hevði løgreglan rættiliga fitt av arbeiði at halda ferðsluni gangandi, helst her í høvuðsstaðnum.


Jólaferðslan var av tí allarmesta, men samstundis kom hann eitt sindur óvart á við rættiligari hálku.


Tað elvdi okkum til fitt at arbeiði at halda skil á, sigur løgreglan.


Ein bilur fór útav við Landsfjósið beint norðanfyri Kollafjørð. Ein maður var  í bilinum og hann slapp snikkaleysur frá óhappinum.


Hinvegin vóru fleiri ferðsluóhapp, men tey høvdu ikki nógv upp á seg og elvdu bara til smávegis materiellan skaða.


Men tað, sum elvdi til ikki minst av arbeiði er, at tá ið bilførarar ikki finna parkeringspláss, seta tey bara bilin frá sær, uttan at hugsa seg um.


Tað førdi í fleiri førum til, at bilar vórðu innibyrgdir og ikki sluppu avstað og tað krevur lutfalsliga stórt arbeiði at finna bilførararnar, so at teir fáa flutt bilin.


Hinvegin brúkti løgeglan bæði Rás2 og Kringvarpið at ávara og leiðbeina bilførarar og løgreglan ivast ikki í, at tað hjálpti væl um støðuna.