Halgisøgan um eiturkoppa­nótina, sum bjargaði Jesus­barninum

Tá Jósef, Maria og Jesusbarnið vóru á veg til Egyptalands, sigur søgan, at tey eitt kvøldið leitaðu sær skjól í einum helli. Tað var eitt sera kalt kvøld, og svørurin var hvítur av frosti.
Ein lítil eiturkoppur sá lítla Jesus­barnið og vildi so fegin hjálpa lítla barninum at halda hitanum hesa køldu náttina. Hann hugsaði leingi, tí hvat kundi hann, sum bert var ein lítil eiturkoppur, gera? So fann hann upp á ráð. Tað einasta, hann dugdi, var at spinna nótir, og hann gjørdi av at spinna eina nót fyri hellismunnan, tí nótin kundi kanska verja eitt sind­ur móti kuldanum uttanfyri. Íðin fór hann til verka, og týðum skeitti hann yvir á hetta fitta barnið, meðan hann spann.
Um náttina hoyrdist brádliga róp í kvirruni. Ljósið av kyndlum pettaði myrkrið sundur, og brátt komu nakrir hermenn hjá Heródesi kongi eftir vegnum framvið hellinum. Teir vóru sendir út at leita eftir dreingjabørnum, sum teir skuldi drepa, so eingin nýggjur kongur skuldi taka kongsveldið frá Heródesi kongi. Teir varnaðust hellið og nærkaðust við skjótum fetum. Kongurin hevði givið boð um, at eingin skuldi eirast, og var nakar farin higar at krógva seg, skuldu tey finnast. Men tá teir komu at hellismunnanum sá herovastin eiturkoppanótina. Frostið hevði sett seg á hana, so hon var vorðin hvít og fryst, og hon fylti allan hellismunnan, sum hann var.
– Hygg, segði herovastin, - Her er ein risastór eiturkoppanót. Hon er púra heil, og eingin kann vera farin inn í hellið uttan at oyðileggja nótina. Latum okkum fara víðari at leita og takka hesum eiturkoppinum fyri, at hann spardi okkum nógva dýrabara tíð. Her kann eingin vera, tað er vist! So hildu hermenninir leiðina fram.
Lítla familjan og Jesusbarnið vóru bjargað av einum lítlum eiturkoppi. Ikki kundi hann gera nógv ímóti einum heilum liði av hermonnum, men hann gav tað sindrið, hann kundi, og spann eina lívbjargandi nót.
Tí er tað, at vit á jólum pynta við glitrandi silvurketum um jólatræið. Tær ímynda frystu eiturkoppanótina, sum bjargaði Jesusbarninum og harvið eisini jólunum fyri mongum árum síðani, eina kalda frostnátt á strekkinum millum Betlehem og Egyptaland.