Halgir hevur valt at gevast

Halgir Dahl Olesen, sum helst hevur verið besti spælarin hjá H71 í nógv ár, hevur nú valt at gevast við hondbóltinum.

Halgir hevur drigist við ein knæskaða í langa tíð og hevur fingið boð um at gevast. Nú hevur Halgir valt at taka hetta til eftirtektar. Hann sigur tó, at hann møguliga fer at spæla onkran dystin í ár, men tað er bert, um liðið hevur mangul uppá fólk.
Halgir er í staðin vorðin hjálparvenjari hjá besta mansliði hjá H71. Saman við Kára Durhuus skal hann nú spæla nýtt og ungt fólk inná H71 liðið.