Í gjár, mikkjalsmessudag, fylti Halgir Winther Poulsen, 75 ár og vil Sosialurin nýta høvi til at ynskja honum tillukku við degnum.
Halgir er av góðum “sjálvstýrisbergi” brotin. Pápin, Niels, var landsstýrismaður hjá flokkinum og abbin, Johan Hendrik, var tingmaður í mong ár. Mamman, Kristianna, var av Winther-fólkinum á Sandi, sum eisini hevur røtur sama veg. Halgir er føddur í Sumba, har pápin var lærari tá. Enn longur aftur er Halgir ættaður frá amtmanninum Løbner, sum vist hevur fingið verri orð á seg, enn hann hevur uppiborið.
Halgir fór ungur at lesa løgfrøði, og “lærutíðina” eftir útbúgvingina hevði hann hjá sjálvum Mogens Glistrup, sum tað júst er gjørdur ein filmur um, har hann saman við Simon Spies verður lýstur sum “gal og genial”.
Seinast í 1960-unum kom Halgir til Føroya til advokatvirkið hjá Leivi Lützen og Demmus Hentze. Hann kom sum frá leið at yvirtaka leiðsluna av hesum virki, sum í dag er eitt tað fremsta advokatvirkið í landinum.
Sum løgfrøðingur hevur Halgir verið uppi í mongum málum. Eitt tað mest kenda og týdningarmesta er yvirtøkan av undirgrundini, har Halgir stóð fyri løgfrøðini. Hetta var roknað sum ein nærum hopleys uppgáva frá byrjan av, men so væl varð arbeitt, og so væl vóru føroysku sjónarmiðini undirbygd, at danski forsætismálaráðharrin Poul Schlüter at enda ikki visti onnur ráð enn at geva skarvin yvir. Hetta átti Halgir ein stóran lut í. Víst er er eingin olja funnin enn, men hon hevur kortini merkt nógv í føroyska samfelagnum síðan tá. Og so leingi trúgvin er, so er oljan framvegis samfelagnum til stórt gagn.
Halgir hevur ikki bara havt áhuga fyri “rættvísi” í rættarsalinum. Hann hevur eisini stríðst sum nakar fyri einum rættvísum heimi. Hetta var fyrst sum nevndarlimur og síðan sum formaður í føroysku deildini av Amnesty International. Ein av hansara stríðsfeløgum var legendan Anette Wang. Tey bæði høvdu annars felags føðingardag. Í gjár vóru nevniliga 102 ár síðani, at hon var fødd. Tey bæði hava verið millum tey, sum hava verið í fremstu røð at “skapa” ein Amnesty deild, sum í mun til fólkatalið kanska er tann størsta í heiminum. Í hesum sambandi eigur eisini at verða nevnd Maud Heinesen, sála.
Halgir er giftur við Ásu , dóttir Elin Sofíu og Joen Elias Ellefsen í Miðvági. Tað er fáar familjur, sum hava havt eitt slíkt politiskt fjølbroytni. Umframt at Halgir er “genetiskt” sjálvstýrismaður Ellefsen ættin samstundis eitt skifti umboðað á løgtingi av Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum! So tað hava verið lívligir føðingardagar og familjusamkomur, sum tá hava verið.
Ása og Halgir eiga fýra børn, Niels, Elin Sofía, Kristianna og Jógvan Elias. Trý teirra eru løgfrøðingar, og synirnir eru báðir virknir í Advokatskrivstovuni hjá pápanum, sum eisini man vera teimum ein góður ráðgevi.
Víst hevur hann sum so lagt frá sær, men tá ið á stendur, man hann framvegis vera tøkur. Eisini hevur hann í fleiri ár verið formaður í fasta gerðarrættinum, sum skal avgera ávísar trætur á arbeiðsmarknaðinum. Her hevur hann eisini torað at ganga egnar leiðir, hóast tað kanska ikki var so væl dámt.
Framvegis ger Halgir eisini viðmerkingar til dagsins mál og gevur sítt íkast til almenna orðaskiftið, sum er ein avgerandi fyritreyt fyri fólkaræðið.
Skal sjálvur siga, at Halgir hevur mangan verið góður í ráðum, og blíð hava tey altíð verið at koma inn til.
Enn eina ferð: Hjartaliga tillukku!
------
ó.