Við kongligari fyriskipan varð galdandi halgidagslóg í 1923 sett í gildi í Føroyum, og lógin er ikki broytt síðan.
Á ólavsøku 2008 varð málsøkið yvirtikið, men einki røkist fyri, at lógin verur broytt.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kirkjumálum er greið yvir, at halgidagslógin er avoldað og ógjørlig at halda bæði hjá dansistøðum, handilslívi, samkomum og øðrum, men tann lógin er ikki tann, sum stendur oovast at fáa broytt, sigur hon.
Aðrar kirkjulógir hava meira skund at gera, sigur hon.
- Tað er ikki so einfalt at gera nýggja halgidagslóg, men vit kundu kanska sett fólk til at gjørt tilmæli til nýggja lóg, sigur Helena Dam á Neystabø.
randi@sosialurin.fo