Haldor Holm Cup um vikuskiftið

Fyrsta billard kappingin hendan veturin verður um vikuskiftið.

 

Tað er árliga Haldor Holm Cup, sum verður spæld í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag.

 

Kappingin er skipað soleiðis, at fimm teir bestu billardspælararnir í Føroyum dystast ímóti hvørjum øðrum, og tað, sum hevur flest eygu, er vinnari.

 

Teir, ið luttaka í Haldor Holm Cup 2012, eru:

Hallur Joensen, KBF

Kristian Suni Høgnesen, KBF

Páll Heri Nolsøe, TBF

Max Rasmussen, TBF

Jákup Lundsbjerg Baldvinsson, BFF

 

Kappingin byrjar í dag kl. 15.00 og heldur fram í morgin, tá ið vinnarin verður funnin. Føroya Bjór letur steyp.