Øll tekin eru í Føroyska samfelagnum um, at nú gongur verri. Arbeiðsloysi er kvinkað uppeftir. Útflutningurin veksur ikki longur. Og tað almenna lúrir við sparingum og umhugsar studning til útvaldar vinnur.
Búsakaparráðið kunngjørdi fríggjadagin sína frágreiðing um støðuna í Føroyum. Og í niðurstøðunum verður staðfest, at tað gongur afturá, men samstundis verður hvassliga ávarða móti at blanda seg upp í vinnulívi.'
- Í tíðum við afturstigi tekur spurningurin seg ofta upp, um tað
almenna fyri at halda upp á arbeiðspláss skal lata kapitalstudningar til
vinnutólini í einstøkum vinnugreinum í trupulleikum. Hesuferð hevur
serliga verið talan um rækjuflotan og alivinnuna Í ár hava røddir verið frammi um verju
av rávørutilgongdini til fiskavirkini og studning til flutning av fiski, vísir frágreiðingin á og skrálar í høvdið á politikarunum, um at halda fingrarnar burtur frá vinnulívinum.
Latið falla sum ikki kann standa
- Greiða svarið er, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi má undir ongum
umstøðum haldast uppi við at seta konkursreglurnar í
útflutningsvinnunum úr gildi við studningi av ymsum slag. Reglan, um
at fyritøkur, sum yvir longri tíðarskeið ikki forrenta sína nýtslu av
framleiðslumiðlum, mugu fara á húsagang, er týdningarmesta
spælireglan í einum marknaðarbúskapi og skal vera strangt umsitin.
- Her skal leggjast áherðsla á vandamiklu avleiðingarnar av bæði kapitalog
rakstrarstudningum og av øðrum verjutiltøkum. Orsøkin til at eingin
fyritøku- ella vinnugreinaspesifikkur studningur skal latast er, at annars
broytist atferðin hjá vinnulívinum soleiðis, at virksemið lagar seg ikki
til broytt marknaðarlig viðurskifti.
Marknaðurin er Guð
Føroyar eru við í einum marknaðarbúskapi og skulu klára seg har. Og tað uttan mun til, hvørja kapping vit kunnu vænta okkum. Fara kinverjar at framleiða bíligt flak, so mugu førloyingar gera okkurt annað ella selja fiskin óvirkaðan av landinum.
Høvuðsávarðingin er, at tey, sum hava við fisk at gera, skulu lurta eftir kiloprísinum, sum keyparin bjóðar og skulu ikki lurta eftri politiskum nevndum. Og skulu so undir ongum umstøðum biða eftir eini fíggjarligar innspræning úr landskassanum.
- Vit gera okkum sjálvum ein beina við at lata útflutningsprísirnar
óskerdar raka framleiðaran, tí tað er styttsta leiðin til neyðugu
tillagingina av framleiðslugongdini. Styttstu leiðina til vinnuliga
broyting fáa vit við at lata framleiðaran av vøruni merkja prístekini so
skjótt og ótarnað, sum til ber, verður sagt í frágreiðingini.
- Um tað verður við feskum fiskavørum ? viðgjørdum ella óviðgjørdum ?
at vit best kunnu kappast á marknaðinum, so slepst ikki undan, at vit
fara at flyta fiskin so feskan sum til ber á marknaðin, antin sum lidnar
døgverðarættir ella sum ráfisk til útlendsk virki. Tað er betri at hetta
hendir skjótt og ótarnað heldur enn við einum longum millumbili við
lágum inntøkum og burturoyðsli av almennum pengum.
- Um vit í framtíðini fara at framleiða fryst flak í flakatrolarum undir
Føroyum, flyta feskan fisk ella fesk flók við flogfari í meginlandið ella
framleiða lidnar døgverðarættir við framkomnari tøkni, er ikki til
politiskar nevndir ella ávirkanarbólkar (lobbyir) hjá vinnubólkum og
fakfeløgum at avgera. Tað eigur harafturímæóti at vera ótarnaða
kappingin um rentabilitet, sum avger hendan spurningin.
Fiskiloyvi og aliloyvi skulu keypast
Meiri kapping skal inn í bæði fiskivinnuna og alivinnuna. - Lógin um vinnuligan fiskiskap, sonevnda "Fiskidagaskipanin", peikar fram móti árinum 2004, tá gyldisskeiðið til upprunaligu loyvini, sum vóru givin í 1994, endar. Hetta høvi eigur at verða brúkt til at endurnðggja lógina, so fiskidagaskipanin gerst ein marknaðarlig skipan, har marknaðarprísur verður latin fyri fiskidagarnar. Tá fáast fyritreytirnar upp á pláss fyri munadyggari effektivisering av fiskiskapinum. Tá skipini gjalda fyri rættin at fiska, og ræsurnar gerast rúmari og fríari í skipanini, verða tað tey mest effektivu førini og best riknu fyritøkurnar, sum fáa høvi at sleppa framat.
Og um alivinnuna verður skrivað:
- Viðvíkjandi alivinnuni eiga karmarnir um vinnuna at umskipast soleiðis, at allar forðingar fyri útlendskum kapitali verða avtiknar. Eru myndugleikarnir bangnir fyri, at útlendskar fyritøkur keypa føroyskar alifyritøkur av "strategiskum" orsøkum (eitt nú fyri at niðurleggja virksemi), ber til forða fyri hesum á annan hátt. At steingja fyri útlendskum íløgum í føroyska alivinnu er í øllum førum ein vánalig loysn.
- Eisini eigur tað almenna, sum eigari av firðunum at uppkrevja leigu fyri aliloyvi. Um landið regluliga uppkravdi leigu svarandi til tilfeingisrentuna, heldur enn at lata aliloyvini fyri einki, hevði eitt aliloyvi ikki verið ein gáva til útvaldar persónar. Haraftrat hevði spurningurin, um fíggingarstovnar skulu fáa loyvi at taka veð í aliloyvinum, tá verið tðdningarleysur í politiskum høpi, og heldur verið ein spurningur um, hvat er mest praktiskt fyri raksturin av vinnuni.
Skal ikki ræðast útreiðslur
Landskassin skal ikki halda seg vera eina fyritøku, sum skal hjúkla um sínar pengar í landsbankanum. Fíggjarpolitikkurin í landinum skal ikki verða stðrdur av um fíggjarlógin gevur hall ella avlop.
Búskaparráðið heldur, at skal framgongd kann koma við at tað almenna stimbrar heimamarknaðin, men tað skal ikki gerast við studningi. Búskarráðið mælir ikki beinleiðis til, at landsstðrið fer inn og stimbrar búsapin, men heldur ikki at nøkur serliga grund til at ræðast.
- At stara seg blindan upp á gjaldsjavnan og úrslitið á fíggjarlógini er annars vanligt millum bæði politikarar og fólk flest. Millum onnur hevur samgongan hevur sett sær sum mál, at fíggjarløgtingslógin skal geva avlop á hvørjum ári ? og helst vaksandi avlop. Eisini úr Løgtingsins fíggjarnevnd hevur ljóðað, at hon fer ikki at bera eitt fíggjarlógaruppskot, sum gevur hall, niðan í Tingið.
- Hetta sáðar iva um sparitiltøkini hjá Landsstðrinum veruliga eru ætlað sum liður í einari strategiskari politiskari kós um minni almenna nðtslu og um at fíggja tað almenna við føroyskum skattum eina. Heldur bendir hetta á ein illa grundaðan fíggjarpolitiskan ótta fyri úrslitinum á fíggjarlógini.
- Landsstðrið eigur at vera til reiðar at hava hall á fíggjarlógini í sama mun, sum tað er til reiðar at hava avlop. Skulu konjunkturafturstig ikki raka meinari enn neyðugt er, eigur tað almenna í minsta lagi at halda eina støðuga kós í útreiðslupolitikkinum, uttan mun til um hall av og á er á landskassaroknskapinum.