Jógvan við Keldu
Átrúnaður sum heild í Føroyum hevur ikki seinastu øldina bert ligið og lúrt og bíðað eftir betri líkindum fyri veruligari framrættaðari menning, hevur heldur ikki verið ræddur fyri nýggjari vitan og broytingum! - Tvørturímóti
Í vikuni hevði eg viðmerking til grein hjá Una Arge í Dimmalætting 18. september: “Føroyar í politiskum kyksendi” viðvíkjandi broti hansara um “fiskivinnuna sum gevur hall”. – Her grundgav eg fyri, hví eg var og eri ósamdur.
Annað brot í grein hansara, sum eg lovaði at venda aftur til, har hann samantvinnar “átrúnað, sum hann skuldsetur fyri menatala stagnatión í Føroyum”, eri eg heldur ikki samdur við honum.
Hann sigur: “Átrúðnaður hevur fastatøkur á mongum fólkum í landinum, og tað er sjálvandi ein privat sak, sum ongin skal blandað seg uppí. Men við absoluttum og endaligum meiningum um lív, samfelag og himmal tykjast mong at hava trupult við at góðtaka nýggja vitan og broytingar. Úrslitið er mental stagnatión”.
Sum eisini nevnt í fyrru grein míni um fiskivinnuna, so er hetta uppáhald ikki nøkur nýggj ákæra, hon er einsíðug, tí hetta kann ikki av røttum sigast so einfalt.
Møguliga vónsvikin
Lat meg fyrst siga, at eg eri púra samdur við Una í, at nýhugsan, veruligar hugsjónir og visjónir (ikki droymarí) og framtakshugur er tað Føroyar, eins og øll onnur lond, hava brúk fyri undir eini mennandi framtíð. Hetta er grundarlagið fyri menning, men vit skulu vita, at hesin vegur er tungur, langur og krevjandi at ganga bæði fíggjarliga og sanniliga visionert. Tað vita øll, ið hava gingið og koma at ganga hann!
Skilji eisini væl Una, sum bæði er evnaríkur og í góðum árum, at hann helst kennir seg vónsviknan av samfelagnum, sum hann væntaði meir av: Eingin Silicon Valley, sjálvstýri er skotið langt út, føroyska granskingarvinnan gongur seint, (politikarar verða skuldsettir) vitanarvinnan, hóast hon mennist, ofta er eftirbátur sammett við okkara grannatjóðir.
Sá nú ein dagin, at danir helst fóru at flyta síni oljugranskingarøki til Houston í Texas - sjálvandi til USA - tí torført er at finna kvalifiserað fólk í Danmark.
Niðurbrótandi fordómur
Sjálvur haldi eg ikki, at átrúnaður í Føroyum seinastu øldina bert hevur ligið og lúrt og bíða eftir betri líkindum. Heldur hinvegin, hevur hann skapt sjálvbjargni, sett nøkur mørk (sum kanska onkur heldur eru í so strong), ikki vanliga verið ræddur fyri at góðtikið nýggja vitan og broytingar, men hevur heldur verið víð í teimum og skapt tey.
Hetta er fordómur, sum alt ov sjáldan hevur verið vístur aftur, tá álopini komu. At hesi álop hoyra til í gerandisdegnum, er so nakað heilt annað.
Sjálvandi hevur menniskjaliga uppalingarøkið og -umhvørvið heilt nátúrliga nógv at siga, bæði fyri og ímóti hesum fordómum. Vit ávirkast øll sjálvsagt av okkara menniskjaliga umhvørvi. At onkur fer longri enn annar, er einki ónatrúrligt í frælsum landi, serliga nú tolsemið er í hásæti. Hetta hendir í øllum londum.
Haldi sjálvur Uni, at í hesum førum fert tú skeivur, hetta er ov grunt og einsíðugt, men sjálvandi er óneyðugt hjá mær at brúka fyribrigdi um “dunnuhylin”, sum kanska er í so nógv brúkt og verður kanska eitt sindur “subjektiviserað”.