Vit í FSF drýpa høvur og minnast Haldgrím sum ein av teimum, ið løgdu rygg til fyri at menna føroyskan fótbólt. Hann var drúgvur og trúgvur. Í mong ár sum formaður í GÍ og harvið eisini sum ein av teimum, ið vóru við til at mynda føroyska fótbóltspolitikkin, um tað so var á aðalfundum hjá Fótbóltssambandinum, í práti mann og mann ímillum, ella tað var á øðrum fundum, sum FSF boðsendi álitisfólkum at møta á.
Haldgrímur var álitismaður. Hann vísti í verki, at hann var tilvitaður um uppgávurnar, sum hann var settur at røkja. Hann var altíð til reiðar at taka tøk, og eingin ivaðist í, hvørja støðu hann hevði. Hjá honum var eitt orð eitt orð, hann var framburðshugaður, og ikki minst var hann samstarvshugaður.
Eisini eftir at hann fyri nøkrum árum síðani hevði lagt frá sær sum GÍ formaður, møtti hann trúliga upp á FSF aðalfundunum. Fótbóltssambandið hevði kosið hann sum heiðurslim, og heilt inntil tað síðsta vísti hann fótbóltinum og Fótbóltssambandinum ans.
Í hesum mánaðinum eru tríati ár liðin, síðani FSF varð sett á stovn. Haldgrímur var við, tá ið tað var ÍSF, sum hevði ábyrgdina av fótbóltinum, hann var við, tá ið tað var fótbóltsdeildin hjá ÌSF, sum skipaði fyri, og hann var millum stuðlarnar, tá ið Fótbóltssambandið varð sett á stovn. Vanliga verður sagt, at tredivu ár er ein mansaldur. Sannleikan í hesum orðunum, kunnu vit í FSF staðfesta. Fleiri av teimum, sum vóru við til at seta Fótbóltssambandið á stovn, eru farnir, og nú vóru boð eftir Haldgrími.
Haldgrímur var tjóðskaparmaður. Saman við Hallgerð, sum stuðlaði so nógv og væl, og sum hann helt so ógvuliga nógv av, møtti hann altíð til landsdystirnar á Svangaskarði og Tórsvølli, og um tað onkra ferðina barst honum frá, so ringdi hann at boða frá. Hann kendi seg at vera part av felagsskapinum, sum hevði ábyrgdina av at bera føroyska fótbóltin fram á leiðini.
Tá ið gøtumenn fyri triðju ferð høvdu strítt seg upp á tindin – tað var í 1993 – høvdu teir eisini kvalifiserað seg at spæla í europeisku kappingini. Yngru menninir í Gøtu stuðlaðu Haldgrími sera væl, og veteranurin stórtreivst í hesum høpinum. Í sambandi við lutakastini hitti hann undir føroysku húgvuni fleiri av oddvitunum í europeiskum fótbólti, og tá ið hann og Hallgerð sótu á Ibrox og sóu GÍ spæla ímóti Glasgow Rangers við Brian Laudrup og Paul Gasgoine á liðnum, frøddi hetta hann almikið.
Í føroyskum og eurpeiskum fótbóltspolitikki hitti Haldgrím nógv fólk. Hann var vinsælur og ein meistari í at hava við fólk at gera, og tí var tað upplagt, at konan og hann vunnu sær nógvar vinir bæði heima og burturi.
Haldgrímur var heiðraður við gullmerkinum hjá ÍSF, og tað kendist sum prýði fyri føroyska fótbóltsheimin, tá ið hann fekk handað altjóða viðurkenning við innskriftini, sum segði “In recognition of your dedication to football”.
Í dag verður Haldgrím borin út úr Gøtu kirkju, sum hann var so góður við. Trúfesti sítt ímóti kirkjuni vísti hann eitt nú við at tæna sum limur í kirkjuráðnum í seytjan ár.
Í FSF minnast vit Haldgrím við tøkk og virðing, og vit biðja hin alvalda troysta Hallgerð, tær fýra døtrarnar og teirra og øll, sum stóðu skilamanninum og heiðursmanninum Haldgrími Gregersen nær.
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA