Í blaðnum í gjár kundu vit avdúka, at ein meiriluti á tingi vil, at Føroyar aftur skulu skipast í fleiri valdømi. Líka síðani løgtingið varð endurreist í 1852 hevur landið verið býtt í sjey valdømi. Fyrstu tíðina varð val ikki hildið í øllum valdømunum samstundis, men val varð hildið upp á skift sunnanfjørðs og norðanfjørðs við tveimum árum ímillum. Men síðani løgtingsvalið 10. november í 1920 hevur verið valt allastaðni samstundis – og til og við valið 20. januar í 2004 í sjey valdømum.
Tað var fyri tveimum árum síðani, at Edmund Joensen, táverandi løgtingsformaður, legði fram uppskot um at broyta valskipanina soleiðis, at landið skuldi gerast eitt valdømi.
Fleiri tóku undir við hesum – eisini vit á hesum stað. Grundgevingarnar vóru, at sleppast kundi undan avlagandi lokalpolitikki – og so varð sagt, at hetta eisini fór at fremja betri javnstøðu millum kynini á tingi. Hóast meiriluti var á tingi – og kanska millum fólk við – fyri at broyta valskipanina, so vóru tað fleiri serfrøðingar, sum mæltu frá.
Nú er so uppskot um at endurskoða valskipanina komið í ljósmála. Fleiri av teimum tingfólkum, sum atkvøddu fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, vilja nú aftur býta landið sundur í fleiri valdømi. Hetta tykist sum politiskt arbeiði av handahógvi merkt – og bendir á, at løgtingið ikki gjørdi sítt fyrireikingararbeiðið til lýtar – ella kanska at tingfólk taka onnur atlit, eitt nú hvussu tey sjálvi kunnu veljast aftur.
Tað skerst ikki burt, at tað er ein kollvelting hjá politisku skipanini, sum helst varð skrumblað ígjøgnum í 2007. Hetta átti at verið fyrireikað betur, so at bæði løgtingið, tingfólk, politisku flokkarnir og politisku valfeløgini – eins og vanligi veljarin, betur fingu umhugsað seg og fyrihildið seg til nýggju støðuna.
Um løgtingið nú – eins og løgtingsformaðurin boðar frá í blaðnum í dag – kanska aftur fer at broyta valskipaninia til ta gomlu, tað er at halda veljaran fyri gjøldur.