Í kvøld er Tórsfest á skránni í høvuðsstaðnum. Ólavsøkukonsertin hevur higartil savnað eini tvey túsund fólk á gongugøtuni í Havn.
Higartil hava bólkar sum Týr, Sic og Páll Finnur Páll verið á palli, og seinni ber til at uppliva Frændur, Swangah, Byrta, Hjarnar og fleiri.
Tveir útlendskir bólkar eru eisini við. Annar er popparin Basshunter, og hin er danski rockbólkurin Pretty Maids.
- Vit hava leingi bíðað eftir møguleikan at koma til Føroya at spæla, og nú vit hava fingið kjansin, ætla vit at geva alt, sum vit eiga, siga teir í Pretty Maids.










