Halda til undir opnum himli

Tey heimleysu í Havn kunnu gista áHerberginum hjá Frelsanarherinum, og har kunnu tey eisini fáa døgurða, men restina av samdøgrinum hava tey ongastaðni at vera. Mangan eru tey køld, tá ið tey um kvøldið sleppa inn aftur á Herbergið

Á Dalavegi 1 í Havn er Herbergi Frelsanarhersins. Norski Frelsanarherurin eigur húsið, sum herbergið leigar.
Í hesum stóra húsinum eru kømur til ellivu fólk, og dagsentrið er opið frá klokkan 14 til 15.30. Klokkan 16 skulu øll vera úti. Tá hava tey fingið eina góða máltíð.
Dyrnar á sjálvum herberginum lata upp aftur klokkan 21, og á middegi dagin eftir mugu tey gistandi fara út.
- Tá ið illveður er, royna vit at draga tað út eitt sindur, men tað kunnu vit ikki, tá ið fleiri fólk eru her, sigur Maria Rubeksen, leiðari í herberginum.
Hon hevur ein dreym um, at herbergið fær størri játtan, so tað kundi verið opið fleiri tímar um dagin, men sum er, hevur herbergið ongan møguleika til tað.
Herbergið fær smáar 1,5 mió. krónur á fíggjarlógini, og tann peningurin skal røkka bæði til húsaleigu, 6,7 ársverk í arbeiðslønum, mat og aðrar útreiðslur.
Seinnapartin er døgurði, og upp í eini 18- 20 fólk koma til døgurða.
Øll teirra eru ikki heimsleys. Summi leiga kamar í býnum, men har tíma tey ikki at sita allan dagin. Tey fara ein túr í býin um dagin og so inn í herbergið at fáa sær døgurða. Nøkur eru heimleys eina tíð, til tey aftur finna eitt kamar at leiga.

Fastir gestir
- Tað er ein nokkso fastur bólki av fólki, sum etur døgurða her næstan hvønn dag, sigur Maria Rubeksen.
Hon letur væl at fólkunum, sum koma í herbergið. Tey eru blíð og fólkalig, og hon hevur havt fleiri góð prát við tey. Tað er altíð ein orsøk til, at tey eru komin soleiðis fyri í lívinum. Har eru nógvar syrgiliga lagnur.
Mariu Rubeksen tekur hjartaliga synd í teimum, sum ongastaðni hava at vera, tá ið herbergið ikki er opið. Tá ið illveður er, aftra tey seg við at fara út, og mangan standa fólk uttan fyri og bíða vát og køld, til herbergið, bráðfeingis náttartilboðið, letur upp. Um tað ber til, lata verða dyrnar latnar upp fyrr.
Í herberginum eru ikki nógvar reglur, men tær, sum eru, skulu haldast. Ein av reglunum er, at rúsdrekka ikki má inn um dyrnar. Um ein maður kemur inn við kenning, verður viðkomandi ikki burturvístur. Treytin er tó, at hann er hampiligur.
Starvsfólkini í herberginum hugsa nógv um, hvussu fólkini hava tað.
- Summi teirra koma her hvønn dag, og hava vit ikki sæð tey í tveir dagar, hava vit ampa á okkum og eru bangin fyri, at okkurt kann vera hent, sigur Maria Rubeksen.

Stór vælvild
Við lítlu játtanini kann Herberg Frelsanarhersins ikki gera meira fyri tey heimleysu og hini, sum koma í herbergið javnan.
Hevði tað ikki verið fyri vælvildina var einki herberg. Norski Frelsanarherurin stuðlar væl, og herbergið fær ofta gávur. Tað nógva innbúgvið er komið frá vælmeinandi fólki, sum hava tømt hús, og nógv heva eisini klæðir og mat. Hvønn mánadag fara starvsfólk í herberginum út í handlar eftir frukt og grønmeti og øðrum mati, tí mánadag kemur nýggj vøra.
- Tann matin høvdu vit als ikki havt ráð at keypt, sigur Maria Rubeksen.
Hon rósar eisini teimum heimleysu og hinum, so røsk tey eru at koma við fiskamati. Summir av monnunum eru av og á úti við onkrum báti, og teir gera sítt besta við at koma í herbergið við røstum fiski, kalva og øðrum fiskamati.
- Ofta fáa vit eisini køkur frá fólki og avlop frá veitslum. Tað kemur ótróliga væl við og ger, at vit sleppa frá at keypa døgurðamat í fleiri dagar.
Maria Rubeksen heldur ikki, at talið av heimleysum er vaksandi. Ein partur av fólkunum er úr Havn, men tað koma eisini nøkur av bygd. Orsøkin til hetta er óivað, at lættari er at yvirliva sum heimleys í Havn, og lættari er at krógva seg í rúgvuni.
Sera hugnaligt er í herberginum. Á loftinum er ein stova, har búfólkini kunnu sita og hugna sær, og tey kunnu gera sær ein kaffimunn.
Í kjallaranum er matstovan.

Vilja hava frið
Sosialurin vitjaði í matstovuni ein góðveðursdag í vikuni. Júst tá vóru ikki so nógv fólk til døgurða, men har vóru nakrir menn.
Teir fægstu høvdu hug at práta, tí teir høvdu ikki hug at stíga fram. Vildu bara hava frið at liva sítt lív.
Men treytað av at vera ónevndur vildi ein siga eitt sindur.
Hann leigar kamar í býnum, men kemur dagliga í herbergið at fáa sær døgurða.
Tey heimleysu hava ikki nógvastaðni at vera um dagin. Nakrir plagdu at sita á einum beinki við Tilhaldið í Tórsgøtu, men tann bonkurin var tikin burtur. Tað skilir hesin maðurin, sum lítið heldur um, at summi heimleys eru so ólátaðir.
Eitt skýli var aftan fyri bygningin hjá Frans Restorff í Magnus Heinasonargøtu, men tað er tikið burtur.
Tá ið illveður er, hava tey heimleysu ikki aðrastaðni at leita sær skjól enn í onkrum busskýli, og busskýlið í Steinatúni verður nógv brúkt. Steinatún er líkasum staðið hjá teimum, og mangan stendur onkur uttan fyri kioskin.
Maðurin sigur óbeinleiðis, at hann ikki er serliga errin av sínum máta at liva lívið.
- Eg hati at møta børnum har, tí mær dámar ikki, at børn skulu síggja meg við øl í hondini.

Situr á farstøðini
Hann plagar at fara við nøkrum øl oman á farstøðina at seta seg, tí hann klárar ikki róp og skrál, og hann fær vanliga frið at sita har fyri seg sjálvan, men so kemur okkurt býtt og ger ónáðir. Tá er friðurin úti.
Maðurin hevur livað nógv ár upp á hendan mátan, og hann hevur upplivað at gingið á gøtuni við lungnabruna. Av og á hevur hann verið við báti, men hann orkar illa longur at rógva út.
Hann sigur, at hann ikki hugsar um nakað serligt, tá ið hann situr í einingi á farstøðini. Bara hann hevur nóg mikið at drekka, leggur hann einki í nakað annað.
- Eg taki tað púra róligt. Eisini um eg endi á gøtuni aftur.
Maðurin gremur seg ikki um penganeyð. Tað gongur alt samalt. Men ikki er stuttligt, tá ið einki er eftir.
- Tað er í hvussu er skomm at bidda pengar.
Vitjanin er av, og ein annar maður kemur út í tún við hesi viðmerking:
- Hatta er sum hann sigur. Tað er eitt lorta lív at vera í hesi støðuni. Hjá mær byrjaði tað við, at konan koyrdi meg út, so misti eg arbeiðið, og so endaði eg her. Eg komi ikki víðari.