Halda seg vita hvussu Birna varð dripin

Enn er støða ikki tikin til um ákærin fer at krevja at teir báðir menninir, ið eru skuldsettur fyri manndráp, skulu verða sitandi í varðhaldi, ella um teir verða leyslætnir hósdagin

Løgreglan í Íslandi heldur seg nú vitað, hvussu 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir varð myrd leygarmorgunin tann 14. januar.

 

Tað sigur kringvarpið í Íslandi, Ruv, frá løgregluni.

 

Hinvegin vil løgreglan framvegis ikki fara í smálutir og hon vil heldur ikki siga, um hon varð tikin av døgum við vápni.

Tað hevur tó framvegis ikki eydnast løgregluni at finna út av, hvar reyði Kia-bilurin var frá klokkan sjey leygarmorgunin til á miðdegi leygardagin.

Teir báðir menninir, ið eru skuldsettir fyri manndráp í hesum sambandi, hava ikki verið avhoyrdir seinastu dagarnar og kanningarleiðarin hevur greitt frá, at um vikuskiftið er einki nýtt komið undan kavi, sum hevur varpað ljós á, hvat er farið fram, tá ið 20 ára gamla kvinnan varð tikin av døgum.

 

Líkið av Birnu Brjánsdóttir var funnið í fjørðini við Selvogsvita eftir umfatandi leiting í eina viku og Løgreglan heldur seg nú hava fingið eina betri hóming av, hvar líkið av henni er tveitt á sjógv. Samstundis verður bíðað eftir úrslitinum av ymsum tekniskum royndum, sum eru tiknar.

 

Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir í málinum, vórðu varðhaldsfongslaðir í tvær vikur, og tær eru farnar hósdagin.

 

Ruv sigur frá løgregluni, at enn er endalig støða ikki tikin til um tey fara at krevja, at teir verða sitandi í varðhaldi, ella um teir verða leyslætnir.

 

Ruv skrivar eisini, at Birna Brjánsdóttir fer til gravar fríggjadagin úr Hallgrímskirkuni.