- Hatta er ikki óheppið. Hatta er býtt av okum. Spælararnir halda onkursvegna, at teir eru stjørnur, og so gloyma teir, at tað eisini skal hart arbeiði til, um tú vilt vinna ein fótbóltsdyst.
Orðini eigur Krzysztof Popczynski, tá hann eftir heimadystin móti GÍ varð spurdur um, hvat var galið við HB-liðnum, sum nú hevur tapt tveir heimadystir á rað.
Ov lítið avgjørdir
Við hesum sipar HB-venjarin helst eisini til, at hansara menn vóru ov lítið avgjørdur í teimum støðunum, sum annars eiga at avgera ein fóbtbóltsdyst.
- Móti B71 er støðan kanska øðrvísi, tí møta vit einum liði, sum pakkar seg niður í 90 minuttir. Í dag vildi GÍ spæla við, og tað gjørdu teir so sanniliga eisini. Hinvegin skapa vit eisini teir kjansirnar, sum skulu til, um tú skalt vinna ein dyst, men vit megna ikki at umseta hesar til mál. Og gert tú ikki tað, so vinnur tú altso ikki ein fótbóltsdyst.
Enn vil Popczynski tó als ikki hoyra talan um krepputos. Men hann ásannar, at broytingar skulu til.
- Eg eri sera vónbrotin av spælarunum. Allir sum ein mugu vit nú tosa alvorliga saman komandi dagarnar, so vit fáa rættað tað, sum hevur verið galið. Eg veit væl, at øll hava tosað um okkum sum favorittar, men tað er so ikki nakað, sum vit kunnu taka okkum av. Vit mugu arbeiða hart og miðvíst, so úrslitini verða betri. Tað er bert við at hyggja inneftir, at vit kunnu broyta okkara gongd, sigur altso Krzysztof Popczynski.










