Halda seg vera ov góðar at flyta niður

Men formaðurin í Havnar Fótbólti ásannar, at soleiðis sum støðan nú er vorðín, so er tað reellur møguleiki fyri, at tað kann koma fyri, sum als eingin undan kappingarbyrjan ímyndaði sær bar til

Hesa ársins tíðina plagar tað at vera spennandi í og kring HB. Soleiðis er tað eisini í ár, men meðan spenningurin plagar at snúgva seg um, um tað skal eydnast HB at vinna FM, so snýr spenningurin í ár seg um, um tað skal eydnast HB at sleppa undan niðurflyting ella ikki.
– Tá ið vit eru triði niðast og sunnudagin skulu spæla ímóti 07 Vestur, sum er næstaftast, so kunnu vit ikki renna undan, at vit eru í vanda fyri at flyta niður, staðfestir Jan Otto Holm, sum á triðja ári er formaður í Havnar Fótbóltur, sum rekur besta HB liðið.
– Tvey tey undanfarnu árini hava verið hugalig. Vit hava vunnið FM, og vit hava havt marginalirnar við okkum. Í ár hevur tað gingið av skriðuni, hóast spælararnir ein fyri ein heilt víst eru betri enn til niður­flyting. Men liðið hevur ikki riggað, og vit hava ikki havt marginalirnar við okkum, hvørki í málmøguleikum ella viðvíkjandi skaðum.
Formaðurin heldur, at tað ber ikki til at lúgva seg burturfrá, at við­setingin ikki hevur verið nóg góð. Longu í fjør var ætlanin at seta ungt fólk við, men tað eydn­aðist ikki, og so varð spælt við roynd­um spælarum. Í ár varð miðj­að eftir at spæla fleiri ungar menn inn á liðið, og hann ásannar, at niður­flytingin als ikki var eitt tema undan kappingarbyrjan. Men fyri­treyt­irnar hava ikki verið góðar, tí tað er altíð lættari at spæla ungar menn inn á eitt lið, sum hevur undan­vind.
– Í vánaligu gongdini er tað ein glotti, at einir seks ungir spælarar hava ment seg, men tað verður alt annað enn gott, um tað ikki eydnast at varðveita plássið í deildini, og júst her og nú telur bjargingin meiri enn nakað annað. Vit fegnast um góða potentialið í teimum ungu, men tá ið plássið í fremstu røð skal bjargast, so hugsa vit ikki, um tað eru teir yngru ella aðrir, ið spæla.
Hvussu kennist tað í felagnum, at gongdin hevur verið merkisverd vánalig?
– Fólk eru ørkymlað, og sjálvs­álitið fær eitt skot fyri bógvin. Men tað er hugaligt bæði hjá leiðslu og liðnum at kenna, at áskoðararnir bakka okkum upp. Serliga síðani summarsteðgin hevur stuðulin verið góður. Eitt nú vóru eini hálvt­annað hundrað og stuðlaðu í Klaks­vík, og í heimadystunum ímóti EB/Streymi og Víkingi hevur tað sæð gott út.
Tað er langt millum HB tap av tí støddini og avrik av tí slagnum, sum HB vísti í Fuglafirði. Síðsta ferðin, at HB tapti við seks málum var í 2006, tá ið B36 vann 6-0. Jan Otto Holm var í Fuglafirði, og hann roknar avgjørt við nógv betri hugburði og avriki sunnudagin:
– Hatta var ófatuliga vánaligt og óveruligt. Um nakar glotti skal finn­ast, so er hann, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Um hugburðurin og inn­satsurin høvdu verið í lagi, so hevði tað verið uppaftur verri, um úrslitið var soleiðis. Nú vita allir, at hugburðurin var vánaligur, og at persónlig mistøk á grundstøði vóru orsøk til flestu av málunum. Eg eri púra vísur í, at hetta fer ikki at endurtaka seg móti 07 Vestur, men vit fara at síggja HB liðið í heilt øðrvísi útgávu. Vit hava stutt sagt ryggin ímóti múrinum, og tað eigur at síggjast, at vit øll eru tilvitað um tað.
Hjá HB eru allir spælararnir tøkir.
Hjá 07 Vestur er Kristian Joensen burturstaddur, og í hansara stað verður Hans Jørgensen í mál­inum. Eli Falkvard Nielsen er leik­bann­aður.
Tíggju tær seinastu ferðirnar er 07 Vestur farið av vøllinum uttan, at tað hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Um tað sunnudagin ikki eydnast, so verður støðan vánalig undan trimum teimum seinastu um­førunum, tá ið mótstøðuliðini verða B36 (h), B68 (h) og ÍF (ú).