Halda seg hava tikið bumbumannin

Myndugleikarnir í Hvítarusslandi halda seg hava funnið mannin, sum legði eina bumbu á eina undirgrundarstøð í høvuðsstaðnum Minsk fyrr í vikuni. Bumban kravdi 12 mannalív, og umleið 100 fólk fingu skaða.

Ákæruvaldið í Minsk sigur, at løgreglan hevur tikið tvey fólk í sambandi við málið, og at tað var eftir øllum at døma annað teirra, sum fór á undirgrundarstøðina við bumbuni og legði hana har.