Halda seg hava sæð rottu á Sandi

Í Sandoynni er bara mús - og ikki rotta. Her vilja tey gera alt fyri, at rotta ikki sleppur at nørast í oynni.

Í Sandoynni er bara mús - og ikki rotta. Í Skúvoy er hvørki mús, rotta ella ketta. 

Hósdagin 29. september fekk Sands kommuna fráboðan um, at rotta varð sædd á havnalagnum á Sandi. 

 

- Øll tilbúgvingin varð beinanvegin sett í verk, og hetta varð gjørt í samráð við Umhvørvisstovuna.

 

Í Sands kommunu siga tey, at slíkar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara í kommununi, har tey heita á fólk um at siga frá, um tey gerast varug við rottu - ella spor eftir rottu.

 

Nummarið, sum fólk kunnu ringja til, um tey halda seg síggja rottu í Sands kommunu, er tlf. 211930.

 

Hetta er nummarið hjá sjálvum borgarstjóranum, Hera Sverrason.

 

Vit venda aftur til rottuna á Sandi í einari grein seinni í kvøld.

 

Í Sandoynni er bara mús - og ikki rotta. Músin er skaðadjór, men rotta er bæði størri og meira oyðileggjandi. Í Skúvoy er hvørki mús, rotta ella ketta. 

 

 

 

Í Sandoynni er bara mús - og ikki rotta. Í Skúvoy er hvørki mús, rotta ella ketta.