Halda seg hava funnið skipið hjá Columbusi

Granskarar halda seg hava funnið vrakið av skipinum Santa Maria, sum fór á land norðan fyri Haiti fyri meiri enn 500 árum síðani.

-Øll okkara prógv siga, at heta er vrakið av tí kenda skipinum hjá Christopher Columbus, sigur kanningarleiðarin Barry Clifford við bretska blaðið The Independent.

 

Clifford og felagar hansara funu vrakið longu fyri 11 árum siðani, men tá visti teir ikki, at tað kanska var Santa Maria, sum teir høvdu funnið.

 

Sama ár, í 2003, funnu nakrir aðrir fornfrøðingar leivdirnar av skansanum, sum Columbus lat byggja á Haiti. Út frá hesum staðnum og tí, sum Columbus skrivaði niður, fekk Clifford prógv fyri, hvar Santa Maria var sokkin.

 

Við hjálp frá amerikonsku sjónvarpsstøðini History Channel fóru Barry Clifford og felagar hansara at kanna vrakið, sum teir funnu í 2003, og nú kundu teir staðfesta, at hetta var vrakið av tí kenda skipinum, skrivar The Independent.

 

Christopher Columbus fór úr Spania í 1492 við trimum skipum, flaggskipinum Santa Maria, Pinta og Niña. Columbus kom til Haiti, sum hann gav navnið Española, men nakrar vikur seinni sigldi Santa Maria á eitt sker sjálvan jóladag í 1492 og sakk.

Nú bendir alt á, at vrakið er funnið.