Myndina omanfyri hevur amerikanski fylgisveinurin Spirit tikið, og hon vísir ein part av oyðuni á gongustjørnuni Mars. Amerikanska rúmdarumsitingin NASA heldur kortini ikki, at talan bara er um eina sandoyðu, tí steinarnir fremst á myndini minna nógv um standmyndina av einum fólki. Tey, sum hava nærkannað myndina, vilja vera við, at "standmyndin" minnir sera nógv um Lítlu Havfrúnna í Keypmannahavn.