Halda seg hava funnið Monu Lisu

Fornfrøðingar í Italia halda seg nú hava funnið grøvina hjá teirri kvinnuni, sum sigst hava verið modell, tá Leonardo da Vinci málaði tað heimskenda verkið Mona Lisa. Bretska blaðið Daily Mail skrivar, at fornfrøðingarnir høvdu leitað í fjúrtan dagar, tá teir komu fram á grøvina hjá kvinnuni, sum æt Lisa Gherardini Del Giocondo.

Sambært blaðnum var grøvin undir gólvinum í einum kleystri í býnum Firenze.

Ein italskur professari stendur fyri arbeiðinum, og hann sigur við bretska blaðið, at arbeiðið er ikki liðugt, hóast grøvin er funnin. Nú er eftir at finna beinagrindina, sigur hann.