Granskarar halda seg hava funnið leivdir av Jóhannesi Doyparanum undir gólvinum í einari kirkju í Bulgaria.
DNA-kanningar av leivdunum hava víst, at tær stava frá einum persóni, sum búði í Miðeystri í fyrstu øld fyri okkara tíðarrokning. Í roynd og veru er hetta tað einasta, sum granskararnir vita, men teir hava kortini hug at halda, at talan kann vera um leivdir av Jóhannesi Doyparanum.
Granskararnir vísa á, at leivdirnar eru funnar undir einum kirkjugólvi á einari bulgarskari oyggj, sum eitur Sveti Ivan, sum merkir Jóhannes Doyparin.