Uttanríkisráðharrin hjá Norðursamgonguni, Abdullah Abdullah, segði í gjár, at samgongan heldur seg nú vita, at Osama bin Laden fjalir seg saman við andaliga leiðaranum hjá Taliban, mullah Mohammed Omar.
Ráðharrin legði afturat, at í veruleikanum eru teir báðir kringsettir og sleppa ongan veg.
- Eg haldi, at vit hava eftirlit við bin Laden og monnum hansara, og at teir ikki fáa gjørt um seg longur, segði ráðharrin.
Allar keldur siga, at Osama bin Laden og Mohammed Omar eru einastaðni nærhendis býnum Kandahar. Norðursamgongan hevur verið varin við at senda hermenn so langt suður í landið, og tí hevur USA nú valt at senda hermenn til hermótið við Kandahar, so býurin kann takast.
Amerikanarar siga, at teir ætla at nýta floghavnina í Kandahar sum miðstøð til tað endaliga álopið á býin, sum er høvuðsborgin hjá Taliban-rørsluni. Norðursamgongan sigur, at teir eru til reiðar at lata nakrar av sínum monnum hjálpa amerikanarunum í seinasta álopinum.










