Skulu føroyingar taka ímóti flóttafólki? Hvussu nógvum kunnu vit taka ímóti og hvussu fáa vit tey at fella til sum føroyingar. Tað eru spurningar, sum kjak verður um í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 í dag. Tey sum fara at kjakast um spurningin, eru Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, Johan Dahl, landstýrismaður í útlendingamálum og Jóannes Eliasen, eygleiðari og íðin kjakari.
Seinastu tíðina hevur fitt av orðaskifti verið í Føroyum um vit skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki. Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum reisti spurningin í nýggjársrøðu síni og síðani hava fleiri flokkar boðað frá, at teir eru sinnaðir at vísa føroyskan næstrakærleika við at taka flóttafólk til landið, hóast ein kundi vænta, at nógvir tingmenn eru ivasamir. Tað er bara Fólkaflokkurin, sum hevur mælt frá at taka flóttafólk til Føroya, tí flokkurin vil heldur hjálpa teimum har tey eru, og tað er ofta í grannalondunum hjá teimum krígsraktu londunum, haðani tey eru flýdd. Annars hava eisini nógvir føroyingar, sum ikki eru politikarar, tikið lut í kjakinum. Maud Vang Hansen segði, at hon var skelkað og sipaði til tað hjartaloysið, ið krevst fyri at nokta neyðstøddum flóttum atgongd til Føroya.
Regin Berg skrivaði eisini eina drúgva grein, har hann vísti aftur, at flóttafólk eru ein vandi fyri fólkasamansetingina í einum vestanlandi og Jaspur Johannesen var so avgjørdur, at hann segði,at talan er antin um islam ella um fólkaræði, ikki bæði. Altso annað má víkja.
Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, leggur dent á, at Føroyar sum flóttafólkaland, og Føroyar sum tilflytaraland, er als ikki tað sama.
Føroyar, sum eitt vanligt land í alheimsgerðini, er ein heilt annar spurningur, nú vit hava yvir 1.000 útlendingar her í ítrótti, til arbeiðis ella sum giftir borgarar. - Tey flestu av hesum eru komin eitt og eitt, ella tvey og tvey og tey verða upptikin sum føroyingar so hvørt, sum tey koma. - Teimum hevur eingin ella bert fáir føroyingar ilt av, og tey føla seg vónandi at vera vælkomin, hóast vit ikki hava klárað at integrera tey nóg væl. Tað, føroyingar ræðast, man vera, at flóttar í størri tali koma til landið í hópum, kosta nógv at upptaka í samfelagið og búskapin, uttan at tey falla til sum nýggir føroyingar, men innrætta seg í parallellsamfeløgum uttan samband við meiniga føroyingar
Hvussu veruligur hesin óttin er, og aðrir spurningar, verða reistir í kjakinum á Rás2 í dag. |