Eftir at hava roynt tríggjar ferðir, uttan at hava veðrið hevur verið við, eru Absalon Eysturoy og teir tríggir nýsælendingarnir - Jack Grindsted, Dave McKinney og Jason Blair - sum allir eru royndir klintrarar, í morgun aftur farnir upp á land undir Trøllkonufingri og eru nú á veg upp.
Absalon var í 2012 uppi á Trøllkonufingri saman við pápa sínum, Herman, og Aksel Poulsen og Bjarta Lamhauge, og tá var málið at koma heilt upp á tindin.
Ta ferðina fóru teir lættastu leið upp á tindin, men hesa ferð er málið at fara eina munandi torførari leið og samstundis leggja eina vakra linju allan vegin upp á toppin, ið aðrir klintrarar eisini kunnu brúka seinni.
Herman Eysturoy, sum aftur í morgun hevur skjútsað teir út á Trøllkonufingur í báti, greiddi Rás 2 frá ætlanunum. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Herman Eysturoy.