Umberingin var í lagi. Men Harraguð, sum hon kom seint. Tað eru átta mánaðir síðani hetta hendi. Virðið at umberingini hjá løgregluni minkar proportionalt við tíðini, sum gingin er.
- Tað sigur Kolbein Fridtun, sum er pápi at Hanne Kristine Fridtun, ið varð dripin við pumpuhúsið á Utøya 22. juli í fjør. Hon gjørdist 19 ára gomul.
At hon doyði umleið klokkan 18.15, meðan løgreglan gekk runt inni á fastlandinum og gjørdi einki, bøtir ikki um hjá familjuni frá Sogn og Fjordane, skrivar vg.no.
Tað var á einum tíðindafundi í morgun, at løgreglan viðgekk, at alt langt frá gekk, sum ynskiligt er 22. juli 2011.
- Hvørt minutt var eitt minut tov nógv. Tað er tungt at vita, at lív kundu verið spard, um gerningsmaðurin hevði verið steðgaður fyrr, segði Øystein Mæland, politiovasti á tíðindafundinum.
Á tíðindafundinum var ein eftirmeting av allari hendingini, og hvussu løgreglan handfór málið, løgd fram. Eftirmetingin váttaði tað, sum mong avvarðandi leingi hava sagt, at alt gekk ikki, sum tað skuldi.
- Tað stendur ikki væl til hjá løgregluni, tað hava vit skilt á mátanum, teir hava handfarið sakina, sigur Kolbein Fridtun.
Hann er sjálvboðin brandmaður, og hevur ofta bíðað eftir løgregluni.
- Eg varnist, at teir koma síðst. Soleiðis arbeiða teir. Í sløkkiliðnum hevur tú sekundir um at koma avstað, og soleiðis átti tað eisini at verið hjá løgregluni. Tað er eitt stórt vónbrot at løgreglan ikki hevur eitt krav um responstíð, sigur Fridtun.