Halda »Jól við Vatnið« aftur í ár

Í fjør var fyri fyrstu ferð skipað fyri tiltakinum »Jól við Vatnið« í Vágum. Tað vóru foreldur og næmingar í 6. flokki í Sørvágs skúla, sum tók stig til tiltakið. 

Í ár verður serliga jólahaldið endurtikið, og umframt somu næmingar og foreldur verða báðar kommunurnar í Vágum eisini við til at skipa fyri.

– Fyri okkum er tað umráðandi at gróðurseta hetta tiltak, soleiðis at »Jól við Vatnið« kann blíva afturvendandi mong ár fram yvir, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum er eitt av foreldrunum, sum tók stig til tiltakið og samskipar.

– Vit eru øðiliga takksom og glað fyri, at báðar kommunurnar eru við til at stuðla, og komandi ár fara vit at royna at fáa eitt breiðari samstarv við næmingar og foreldur við skúlan á Giljanesi, soleiðis at hetta vakra og góða tiltak, sum er til gagn fyri allar borgarnar í Vágum, kann verða samskipað tvørtur um kommunumørk og endurtikið ár eftir ár. Tað styrkir bæði samanhaldið og samstarvið – umframt at næmingar í báðum kommunum koma at kenna hvønn annan enn betur, sigur Niclas Heri Jákupsson.

»Jól við Vatnið« verður á flúgvarabedingini kl. 17.00 ein veðurgóðan dag millum 10. og 23. desember. Næmingarnir fara at selja kaffi, kakao, te, gløgg og vaflur, meðan tiltakið verður, og pengarnir, sum koma inn av søluni, fara óskerdir til vælgerandi endamál.

Bæði Vága Kommuna og Sørvágs Kommuna bjóða øllum sínum borgarum og gestum at vera hjartaliga vælkomnar til »Jól við Vatnið«.