Halda ikki lógina tí tey mangla starvsfólk

Tað ætlar landsstýrið sær at gera nakað við

Barnagarðar og vøggustovur halda ikki lógina um, hvussu nógvir pedagogar skulu vera til arbeiðis. Tað ásannar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barnamálum.

 

Eftir lógini skulu minst  2/3 av starvsfólkunum vera námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 kunnu vera hjálparfólk.

 

– Á dagstovnaøkinum hava vit, eins og á øllum vælferðarøkinum, eitt starvsfólkatrot, og eitt trot á útbúgnum fakfólkum.

 

Tí hevur samgongan gjørt av at taka tveir flokkar inn á pedagogskúlan hesi næstu árini. Harumframt verður útbúgvingin lagað til so at størri dentur verður lagdur á at útbúgva pedagogar til barnagarðar og vøggustovar.

 

Samstundis hevur samgongan eisini sett sær fyri at hækka lønirnar og at bøta um arbeiðsumstøðurnar. Í hesum sambandi er ætlanin eisini at gera tað lættari hjá hjálparfólkum at útbúgva seg til pedagog, eitt nú við eini ískoytisútbúgving ella við einum ískoyisskeiði, sigur Djóni Nolsøe Joensen.