Tað er ikki allastaðni, at alt er eftir forskriftunum. Tað sigur løgregln, nú tey hava verið á rundferð og kanna tær sølubúðurnar, sum selja fýrverk.
Verður fýrverk ikki handfarið rætt, er tað sera vandamikið og tí eru eisini strangar reglur fyri, hvussu tað skal handfarast.
Løgreglan sigur, at av tí sama eru tey eisini runt og kanna tey støðini har fýrverk verður selt og tað er ikki øll, sum hava síni viðurskifti í rættlag.
Eitt, sum ger seg galdandi er, at tað er ikki loyvt at hava meiri enn 20 kilo inni í sølubúðini ísenn, men tað er ikki allastaðni, at tað verður hildið.
Tey, sum selja fýrverk skulu vera minst 18 ár, men løgreglan er komin fram á sølustøð, har sølufólkini hava verið yngri.
Tey siga, at sølustøðini fáa boð um at fáa viðurskiftini í rættlag, men at tey fara at fylgja við teimum sølustøðum, har alt ikki hevur verið eftir forskriftunum.
Samstundis fer vanliga eftirlitið at halda fram hesar báðar dagarnar, sum fýrverk verður selt afturat.