Halda hvílidagin heilagan

Leygardagurin er Sabbath í Ísrael, og tað merkir, at til klokkan seks á kvøldi hava øll frí. Eisni tey, sum starvast í hotel-køkinum hjá landsliðnum, og tí er FSF sjálvt noytt at syrgja fyri, at spælararnir fáa rætta matin hendan dagin.
Hetta er tó eisini fingið í rættlag, og í nógvar mátar kunnu starvsfólkini í køkinum arbeiða niðurfyri, soleiðis at tann parturin av matinum, sum kann tilgerast fríggjadagin, eisini verður tað. So verður tað so uppgávan hjá Per Olsen at syrgja fyri restini, tá máltíðirnar hjá liðnum skulu gerast, og tað verður neyvan nakar trupulleiki.
So tað verða hóast alt ikki ein flokkur av hungursraktum spælarum, sum fara á vøllin, tá dysturin skal spælast.