Hondbóltstos
Hjálparvenjari ? onkur kallar tað sálarligi ráðgevin ? hjá StÍF hevur seinastu dystirnar verið Sveinbjørn Poulsen, sum annars hevur drúgvar royndir frá hondbóltsspælinum.
Eftir at hann í 19 ár hevði spælt við á besta liðnum hjá StÍF, roknaði hann tó við, at talan fór at gerast um eina lættari uppgávu, nú hann skuldi standa uttanfyri, men so er kortini ikki, heldur hann.
- Eg helt so avgjørt, at hetta fór at verða munandi lættari, men tvørtur ímóti. Tað er nógv strævnari í sín hátt, tí tá tú ert á vøllinum, so fært tú um ikki avreagerað, tá alt ikki gongst eftir vild.
Frið á
Sum hjálparvenjari hevur hann ofta til uppgávu at vera eitt slag av stuðli hjá leikarunum, men hóast hann tykist hava røkt hesa uppgávu væl, so dugir hann ikki at siga, akkurát hvussu hann hevur gjørt hetta.
- Hesa vikuna havi eg verið sera upptikin av arbeiði, so eg havi mest sum slettis ikki verið við í fyrireikingunum, men undan dystinum royndi eg tó at fáa nervarnar hjá monnunum burtur. Bað teir ansa eftir, at ferðin ikki gjørdist so stór, at vit ikki kundu fylgja við sjálvir. Í mínari verð er tað betri at verða dømdur fyri nøl, heldur enn at skjóta upp á ein 70% møguleika. Tað ræður um at halda høvdið kalt, og tað gjørdi vit eisini í dag, segði Sveinbjørn at enda, meðan heiðursmerki um hálsin minti hann á enn ein steypsigur.