Halda grind til í Hvalba

Aftur í dag eru grindaboð

Í gjár var grindadráp í Sandavági, og nú fyrrapartin verður grind hildin til í Hvalba.

 

Sandvíkingar sóu í morgun eina grind inni á fjørðinum, og avgjørt var at reka grindina á Hvalba, sum er góðkend grindavág.

 

Sýðslumaðurin metir, at grindin er um 80 hval. 77 hval vóru í grindini í Vágum í gjár.