Hóast X-Factor kappingin hjá Danmarks Radio í ár hevur mist 250.000 hyggjarar samanborið við í fjør, boðar DR í morgun frá, at sjeynda X-Factor kappingin verður hildin komandi ár.
Undirhaldsstjórin Jan Lagermand Lundme vísir á, at X-Factor er sera væl umtókt.
- Vit hava sera nógvar hyggjarar, vit sláa met á heimasíðuni, og tað er nógv umrøða av kappingini á sosialu miðlunum. X-Factor samlar tjóðina, og tí vil DR gjarna geva dønum eina sjeyndu sesong, sigur hann.
Í ár hevur X-Factor kappingin verið fyri nógvum atfinningum, tí luttakarar og dómarar hava ikki megnað at livað upp til undirhaldið og spenningin frá undanfarnu árunum, og tað hevur eisini víst seg aftur við, at tað eru munandi færri hyggjarar í ár, enn tað vóru í fjør.
Men í miðal hava 1,45 milliónir hyggjarar fylgt við X-Factor kappingini á DR, og tað er samanborið við aðrar sendingar sera góð hyggjaratøl.
Fleiri føroyingar hava staðið seg væl í donsku kappingini, men hesaferð kom eingin av føroysku luttakarunum víðari til live-sendingarnar.