Halda fram við samstarvinum

? Suðuroyar Sparikassi og VB hava aftur í ár gjørt sponsor avtalu. Men avtalan er ikki ókeypis, tí sparikassin setir krøv. Formaðurin í VB sigur, at málið í ár er aftur at tryggja VB atgongumerki út í Evropa

 

Sponsoravtala


? Suðuroyar Sparikassi skal síggjar har hann er.

Tað er orsøkin til at Suðuroyar Sparikassi aftur í ár ger sponsoravtalu við Vágs Bóltfelag.

Per Hansen, marknaðarleiðari hjá Suðuroyar Sparikassa, dylir ikki fyri, at hann er sera fegin sum sponsoravtaluna, sum hann gjørdi við VB í fjør.

? Tit kláraðu tykkum væl og vóru við til at gera sparikassan sjónligari.

Marknaðarleiðarin var so væl nøgdur við sponsoravtaluna í fjør, at Sparikassin ikki bara ger nýggja avtalu við VB, tí hendan nýggja avtalan er enntá betri enn tann í fjør.

Hóskvøldið skrivaðu Per Jacobsen og Óli Holm, formaður í VB, undir tað nýggju avtaluna, men teir vilja ikki siga nakað um tann fíggjarliga partin í henni.

Men Per Hansen dylir ikki fyri, at avtalan kostar Suðuroyar Sparikassa tað mesta av puljuni, hann hevur til taks til slíkar avtalur.

Í avtaluni stendur eisini, at umframt vanliga stuðulin, fær VB bonus, um teir fáa eitt gott úrslit aftur í ár, tvs, fáa minst eitt trijða pláss.

So vítt, vit hava fingið upplýst, er hetta 31. árið á rað, at Suðuroyar Sparikassi stuðlar VB fíggjarliga.


Setir krøv

Marknaðarleiðarin í Suðuroyar Sparikassa dylir heldur ikki fyri, at stuðulin er ikki ókeypis.

? Vit seta eisini krøv til tey, vit stuðla og vit vænta okkum avgjørt nógv av VB.

?Tá ið vit aftur í ár fara í holt við eina nýggja avtalu, vænta vit at fáa nakað burturúr.

Per Hansen sigur at hann tí eisini væntar, at VB aftur í ár fer at klára seg væl.

?Tað er tí við góðum treysti, at vit aftur í ár skriva undir nýggjan sáttmála, segði Per Jacobsen, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður.

Óli Holm, nývaldur formaður í VB, heldur kortini, at tað verður ein ómetaliga trupul uppgáva at røkka sama úrslitið aftur í ár.

? Men liðið er gott. Spælararnir eru í góðari venjing og teir eru sera ágrýtnir.

? So hóast vit hava tapt 4-0 í steypakappingini fyri HB og hóast vit hava tapt tveir dystir ímóti NSÍ, eru vit ikki falnir í fátt, verri enn so.

Óli Holm minnir á, at hóast kappingin í fjør endaði so væl, sum hon kundi, byrjaði árið ikki serliga væl, tí VB tapti 6-2 fyri HB í steypkappingini og tapti eisini heilt ófatiliga dystin ímóti B 71 í Vági, hóast VB hevði alt spælið.

? Tapini higartil í ár kunnu bara lærara spælararnar, at teir skulu vera meiri ágangandi. Hóast vit hava t apt í steypakappingini, kann ein long og hørð landskapping laga seg nógv øðrvísi, tað vísti árið í fjør týðiliga.

Hann sigur, at VB hevur sett sær sum mál í ár at røkka einum úrslitið, sum gevur teimum pláss í evropiskari kapping, og tað vil siga, at VB skal minst verða nummar trý.

VB skal standa sína fyrstu roynd í morgin, tá ið teir í fyrsta umfarinum í landskappingini taka ímóti FS Vágum.

? Tað hevur ósmetaligan týdning at koma væl frá byrjanini. Tí er tað ein dystur, sum má og skal vinnast, sigur Óli Holm