Hvørki Jákup Mikkelsen ella Jørgen Niclassen úr Fólkaflokkinum taka undir við uppskotinum um fiskidagar fyri 2016/17.
Teir siga, at tað vísir seg sum at samgongan heldur fram við at eksperimetera við høvuðsvinnuni.
-Harafturat er samgongan farin í politiska útveljing, um hvør skal missa grundarlagið fyri at vera í vinnuni. Umframt stóran niðurskurð vil fiskimálaráðharrin velja skip út, sum skulu missa lívsgrundarlagið. Óhugnalig politisk útveljan, skriva Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen.
-Síðan fiskidagskipanin kom í gildið, er fiskidagatalið hálverað. Tað átti í sær sjálvum at sagt øllum, at nú er veiðutrýstið ikki ov stórt.
-Hyggja vit í tilmælið frá Havstovuni, síggja vit eisini at útroknaða veiðitrýstið á hýsu er burðardygt, og at útroknaða veiðitrýstið á toskastovnin er burðardygt í mun til veiðusetningin, sum skipanin ásetti. Havstovan mælir tó til stóran niðurskurð.
-Hetta er ilt at skilja, tí hvussu lítið skal veiðitrýstið vera, fyri at Havstovan ikki skal mæla til niðurskurð.
-Samanumtikið sær minnilutin onga orsøk til at skerja fiskidagatalið og mælir til sama dagatal sum í verandi fiskiári, skriva Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen í álitinum til lógaruppskotið um fiskidagar næsta fiskiár, segði Jørgen Niclassen, undir orðaskiftinum um fiskidagarnar.











