Kaj Leo Johannesen hevði einki mótvalevni til formanssessin í Sambandsflokkinum á landsfundi floksins, sum byrjaði í gjárkvøldið og heldur fram í dag Klokkan 19 í gjárkvøldið varð landsfundur Sambandsfloksins, sum verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum, settur.
Tað var formaður í landsfelagnum, Kaj Leo Johannesen, sum setti fundin, og síðan greiddi floksskrivarin, Helgi Abrahamsen, frá virkseminum seinasta árið.
Á skránni var eisini fíggjarliga støðan hjá flokkinum, og her var tað kassameistarin, sum legði fram grannskoðaðan roknskap, sum landsfundurin samtykti.
Á skránni í gjárkvøldið var eisini val av formanni og næstformanni til landsfelagið.
Formaðurin í landsfelagnum, sum er Kaj Leo Johannesen, er samstundis formaður í Sambandsflokkinum.
Sitandi formaður og næstformaður, Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl, halda báðir fram, tí einki mótvalevni var til hesar postar í flokkinum hesaferð.
Í gjárkvøldið var eisini val av grannskoðara og varagrannskoðara.
Eini 60-70 fólk hava higartil luttikið á landsfundi Sambandsfloksins, ið sum nevnt byrjaði í gjárkvøldið og helt fram klokkan 10 í morgun.
Í morgun hevur floksformaðurin, Kaj Leo Johannesen, havt sína formansfrágreiðing og hevur lagt upp til politiskt orðaskifti.
Onnur, sum eisini hava havt orðið, eru Magni Laksáfoss og Jóhan Dahl.
Nú eftir døgurðasteðgin fer Rósa Samuelsen at leggja fyri.
Øll sambandsfólk eru vælkomin á landsfund.
Seinni í kvøld verður veitsla í Róðrarneystinum á Argjum, og á fundinum nú uppundir døgurða, segði fundarstjórin, at enn eru nøkur pláss eftir á veitsluni.










