Gamli lestrarbústaðurin Regensen mitt í Keypmannahavn, ella á Garði, sum føroyingar róptu staðið, var á sinni staðið, har føroyskir studentar veitraðu við fyrstu útgávuni av føroyska flagginum. Ella tí, sum seinni bleiv føroyska flaggið, Merkið.
Týsdagin 25. apríl kl. 16.30 skipar MFS Keypmannahavnarnevndin fyri flaggdagshaldi í Regensen. Á skránni verður sangur, røða og rundsýning.
Skrá:
– MFS bjóðar vælkomin
– Mítt Føðiland
– Petur Háberg heldur flaggdagsrøðu
– Sjá tú blánar
– Tú alfagra land mítt
Eftir hetta verður høvi at fáa rundsýning á Regensen.
Síðan gongur leiðin niðan í Føroyahúsið har kokkurin borðreiðir við stoktum fleski, eplum og persillusós. Ein teknar seg til tiltakið við at venda sær til Føroyahúsið í Keypmannahavn.