Hóast eingin jóansøkufestivalur verður í ár, so er mest sum víst, at festivalurin verður aftur næsta ár Tað sigur Kristian Holbæk, sum var samskipari av festivalinum í fjør.
- Trupulleikin í ár tykist vera, at tey í Vági halda, at festivalurin órógvar jóansøkuna. Og tí fær festivalurin ikki stuðul frá býráðnum.
- Her hava vit hinvegin merkt fullan uppbakning kring tiltakið, og tað er einki, sum bendir á, at festivalurin ikki er á skránni í 2009, tá jóansøka er á Tvøroyri, sigur Kristian.
Men er tað ikki keðiligt fyri festivalin, um hann bara verður hildin annað hvørt ár?
- Tað kann vera. Men soleiðis er støðan altso í løtuni. Men vit vóna sjálvandi, at hetta eisini er eitt tiltak, sum verður á srkánni í Vági í framtíðini, sigur Kristian Holbæk.










