Tað tók sína tíð, og farast skuldi um ársskiftið, áðrenn kavin veruliga legðist kring landið. Men tá hetta so hendi í farnu viku, vóru tey á Studentarskúlanum í Hoydølum skjót at finna spæligleðina fram.
Seinnu árini hevur tað verið føst siðvenja, at við fyrsta kavanum skal fyrsta standmyndin á vetrinum gerast, og motivið er mest sum fastlagt, longu undan skúlabyrjan.
So í seinasta viku kundi hesin fallos’urin prýða hvíttklædda vøllin framman fyri skúlan í Hoydølum.