Halda bin Laden vera deyðan

Servandu amerikansku hermenninir, sum hava leitað eftir Osama bin Laden í Afghanistan, eru sannførdir um, at yvirgangsleiðarin er deyður

Leiðslan hjá teimum servandu amerikansku hermonnunum, sum seinastu mánaðarnar hava leitað eftir Osama bin Laden í fjøllunum har eysturi í Afghanistan, halda tað vera nyttuleyst at halda fram. Leiðslan ivast ikki í, at maðurin er deyður.
- Sjálvt um tað kanska ikki er tann almenna hugsanin, eru tað mong, sum halda, at hann er deyður fyri langari tíð síðani, segði ein týðandi hernaðarkelda við New York Times í gjár. Sambært blaðnum vil keldan vera við, at bin Laden doyði undir teimum ógvusligu amerikansku bumbuálopunum á Tora Bora, og at hann helst doyði í einari av teimum nógvu holunum, sum hann og menn hansara fjaldu seg í.
Amerikanska herleiðslan viðgongur, at hon hevur einki prógv fyri, at bin Laden er deyður. Men herleiðslan vísir á, at hon hevur ikki avdúkað eina einastu telefonsamrøðu, sum kundi bent á, at hann er á lívi, og harafturat er tað eingin, sum hevur borið eygað við hann í langa tíð.
Tommy R. Franks, generalur, sum stendur á odda fyri amerikansku hermonnunum í Afghanistan, viðgekk í síðstu viku, at hann hevur einki sæð, sum prógvar, at bin Laden er deyður. Generalurin noyddist at ásanna, at hann veit ikki, hvat er vorðið av yvirgangsleiðaranum. Fólk, sum búgva á markinum millum Afghanistan og Pakistan, hava greitt amerikansku hermonnunum har frá, at bin Laden er enn á lívi.
Men leiðslan hjá hermonnunum heldur, at hann er deyður, og hennara hugsan verður uttan iva avgerandi, hvørt hermenninir skulu halda fram at leita, ella teir skulu setast til aðrar uppgávur.